Tað er lætt at gerast partur av Hermótinum. Sum limur fært tú góðar karmar at mála, byggja og spæla saman við øðrum.
Soleiðis gert tú
-
Tekna teg sum lim hjá Tabletop Føroyar
https://www.tabletop.fo/sign-membership -
Vel eitt limahald hjá Hermótinum
Vel haldið, ið hóskar tær, og flyt upphæddina á konto Hermótsins.
Viðmerk títt fulla navn. -
Gjaldið verður skrásett
Tá gjaldið er skrásett, kanst tú njóta figur-borðspøl, list og felagsskap á Hermótinum.
Kontonummar Hermótsins9865 3184964Viðmerk títt fulla navn.
Limahald og prísir
Gildistíðin byrjar tann dagin, gjaldið verður goldið.
Prísirnir vórðu settir í gildi 24. juli 2026.
Vaksin – yvir 18 ár
| Hald | Prísur | Gildistíð | Atgongd |
|---|---|---|---|
| Heilárshald | 1.400 kr | 365 dagar | Rætt til lykil |
| Mánaðarhald | 150 kr | 30 dagar | Rætt til lykil |
Ung – undir 18 ár
| Hald | Prísur | Gildistíð | Atgongd |
|---|---|---|---|
| Heilárshald | 900 kr | 365 dagar | Ikki rætt til lykil |
| Hálvárshald | 600 kr | 180 dagar | Ikki rætt til lykil |
Stuðulslimaskapur
Tú kanst stuðla Hermótinum við at tekna teg sum lim fyri 100 kr um árið. Hetta gevur tær ikki teir ágóðar, ið fylgja fullum limaskapi á Hermótinum, men er eitt týðandi ískot til at betra um karmarnar hjá okkara virksemi.
Ágóðar sum limur
- Tín egna lykil til Hermótið, so tú kanst spæla og mála, nær tú vilt og so nógv tú vilt!
- Fría atgongd til øll tiltøk hjá Hermótinum og Tabletop Føroyar
- Títt egna hyllapláss á Hermótinum, at goyma alla tína útgerð beint har tú brúkar hana
- Felagsmáling, airbrush og onnur útgerð til tín at brúka á Hermótinum
- 15% avsláttur av allari Tamiya, Vallejo, Revell og Humbrol vøru hjá Málingahandlinum í Havn
- Tvær árligar felagsbíleggingar frá www.faraos.dk til Føroyar, uttan eykagjøld.
- Fá ein ókeypis figur frá www.heroforge.com
Atgongd og nýtsla av hølum og útgerð fylgja altíð galdandi húsareglum, aldri og neyðugum eftirliti.
Ivamál?
Skriva til hermotid@gmail.com ella ring á +298 273111, um tú vilt vita meira um limaskap.