Far til innihaldið
Hermótið

Limaskapur

Soleiðis gerst tú limur í Hermótinum, við prísum, ágóðum og gjaldsupplýsingum.

Tað er lætt at gerast partur av Hermótinum. Sum limur fært tú góðar karmar at mála, byggja og spæla saman við øðrum.

Soleiðis gert tú

  1. Tekna teg sum lim hjá Tabletop Føroyar
    https://www.tabletop.fo/sign-membership
  2. Vel eitt limahald hjá Hermótinum
    Vel haldið, ið hóskar tær, og flyt upphæddina á konto Hermótsins.
    Viðmerk títt fulla navn.
  3. Gjaldið verður skrásett
    Tá gjaldið er skrásett, kanst tú njóta figur-borðspøl, list og felagsskap á Hermótinum.

Limahald og prísir

Gildistíðin byrjar tann dagin, gjaldið verður goldið.
Prísirnir vórðu settir í gildi 24. juli 2026.

Vaksin – yvir 18 ár

Hald Prísur Gildistíð Atgongd
Heilárshald 1.400 kr 365 dagar Rætt til lykil
Mánaðarhald 150 kr 30 dagar Rætt til lykil

Ung – undir 18 ár

Hald Prísur Gildistíð Atgongd
Heilárshald 900 kr 365 dagar Ikki rætt til lykil
Hálvárshald 600 kr 180 dagar Ikki rætt til lykil

Stuðulslimaskapur

Tú kanst stuðla Hermótinum við at tekna teg sum lim fyri 100 kr um árið. Hetta gevur tær ikki teir ágóðar, ið fylgja fullum limaskapi á Hermótinum, men er eitt týðandi ískot til at betra um karmarnar hjá okkara virksemi.

Ágóðar sum limur

Atgongd og nýtsla av hølum og útgerð fylgja altíð galdandi húsareglum, aldri og neyðugum eftirliti.

Ivamál?

Skriva til hermotid@gmail.com ella ring á +298 273111, um tú vilt vita meira um limaskap.