Far til innihaldið
Hermótið

Um Hermótið

Les um endamálið, søguna, felagsskapin og fólkið aftan fyri Hermótið.

Hermótið er eitt áhugafelag í Klaksvík, sum virkar til frama fyri figur-borðspælsmentanina í Føroyum.

Okkara endamál

Hermótið varð stovnað í 2019 við tí endamáli at skapa góðar og varandi karmar fyri figur-borðspøl í Føroyum. Felagið veitir høli, spæliborð og felagsútgerð og skipar fyri virksemi, kappingum og tiltøkum fyri áhugað kring alt landið.

Síðan felagið varð stovnað, er virksemið vaksið munandi. Frá at vera ein lítil bólkur av vinfólkum er Hermótið í dag ein virkin felagsskapur við yvir 30 børn og vaksin sum fastir limir. Harumframt skipar felagið fyri meira enn 70 regluligum virksemiskvøldum um árið og fleiri størri almennum tiltøkum kring landið.

Málið er at geva bæði nýggjum og royndum luttakarum eitt stað, har tey kunnu hittast um eitt felags áhugamál, menna síni skapandi og strategisku evni og gerast partur av einum góðum og inkluderandi felagsskapi.

Meira enn eitt spæl

Figur-borðspøl sameina handverk, list, strategi og sosiala samveru. Smáir modellfigurar verða settir saman og málaðir, landsløg og spæliborð verða bygd, og síðani verða figurarnir nýttir í strategiskum spølum, har luttakararnir leggja ætlanir, loysa avbjóðingar og skapa søgur saman.

Ítrivið gevur rúm fyri skapanarevnum, toli og fordjúping, samstundis sum tað skapar vinabond og gott samanhald. Tað krevur ongar ávísar kropsligar fortreytir, og tí kunnu børn, ung og vaksin taka lut og læra í sínum egna tempo.

Fyri summi er tað málingin og handverkið, ið dregur. Fyri onnur er tað strategiin og spælið. Og fyri nógv er tað fyrst og fremst felagsskapurin.

Virksemi og felagsskapur

Hermótið verður rikið av sjálvbodnum, sum arbeiða fyri at skapa eitt opið, trygt og hugnaligt umhvørvi fyri børn, ung og vaksin.

Í hølum okkara kunnu fólk hittast fyri at byggja og mála figurar og landsløg, spæla figur-borðspøl og deila vitan og royndir við onnur. Royndir luttakarar hjálpa teimum, sum eru nýggj, og stórur dentur verður lagdur á, at øll skulu kenna seg vælkomin – uttan mun til aldur, royndir ella førleikar.

Fasta virksemið fevnir millum annað um Mikukvøld á Hermótinum fyri skúlabørn og Vikuskifti á Hermótinum fyri ung og vaksin.

Harumframt skipar felagið fyri kappingum, verkstovum og størri almennum tiltøkum. Millum afturvendandi tiltøkini eru Heyst á Hermótinum og virksemi á Norðoyastevnu, umframt onnur tiltøk og samstarv kring landið.

Felagsskapurin er ein grundleggjandi partur av øllum virkseminum. Endamálið er ikki bert at skapa góðar karmar fyri eitt ítriv, men eisini eitt stað, har fólk kunnu hittast, menna seg og vera partur av einum virknum og skapandi frítíðarfelagsskapi.

Nevnd og ábyrgdarfólk

Nevndin varð vald á aðalfundinum 24. juli 2026.

Viðtøkur

Viðtøkurnar áseta endamál og virksemi felagsins og lýsa reglurnar fyri limaskapi, ábyrgd nevndarinnar, aðalfund og onnur viðurskifti í felagnum.

Heinta viðtøkurnar sum PDF